Uttanlands

Snyrilsmálið: Fólkatingið samtykt endurgjald til grønlendskar kvinnur

Avgerðin fall í dag - dagin fyri at ein frágreiðing verður løgd fram, sum skal taka støðu til, um danski staturin hevur framt fólkamorð í hesum føri, eina og grønlendski landsstýrisformaðurin fleiri ferður hevur víst á.

Grønlendsku fólkatingslimirnir, Qarsoq Høegh-Dam og Naja Nathanielsen í samrøðu við Idu Auken, heilsumálaráðkvinnu, í fólkatingssalinum fyrrapartin (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Grønlendsku fólkatingslimirnir, Qarsoq Høegh-Dam og Naja Nathanielsen í samrøðu við Idu Auken, heilsumálaráðkvinnu, í fólkatingssalinum fyrrapartin (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

2026-08-27 10:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við stórum meiriluta hevur fólkatingið í dag samtykt eitt endurgjald á 300.000 krónur til grønlendskar kvinnur, sum hava fingið snyril ísettan uttan neyðugt samtykki.

- Týdningurin av hesum uppskoti er ómetaligur. Hetta er ein ítøkilig viðurkenning av løstinum, sum ættarlið av grønlendskum kvinnum verið úti fyri. Takk fyri breiðu undirtøkuna, hetta hevur nógv at týða fyri grønlendskar kvinnur og grønlendska samfelagið, segði Naja Nathanielsen, fólkatingslimur fyri IA eftir avgerðina, sambært Ritzau.

Í fjør bóru Mette Frederiksen, statsministari, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, fram eina umbering vegna Danmark og Grønland.

Fólkamorð?

Í morgin, fríggjadagin koma tvær frágreiðingar – bílagdar av Grønlandi – um ábyrgdina hjá Danmark í málinum, herundir spurningin um Danmark hevur framt fólkadráp.

Grønlendska sjálvstýrið hevur biðið serfrøðingar kanna, um danski staturin er sekur í fólkadrápi og øðrum brotum á fólkarættin.

Sostatt varð málið avgreitt á fólkatingi dagin fyri, at hendan frágreiðingin verður gjørd kunnug fyri almenninginum. Í gjárkvøldið segði Mette Frederiksen, at hetta var “heilt tilvildarligt”.

Snyrilsmálið snýr seg um gentur og kvinnur, sum uttan teirra vitan og samtykki fingu sett ísettan spiral av danska statinum í árunum frá 1960 til 1991. Eftir at grønlendska heimastýrið tók yvi rheilsumál í 1992 helt hetta fram í eina tíð.

- Tað minsta vit kunnu gera

Ein frágreiðing frá 2025 vísti, at minst 4.070 grønlendskar kvinnur pr. síðst í 1970 høvdu fingið snyril ísettan fyri á tann at forða fyri gitnaði.

Síðan 1. juli hava 201 kvinnur søkt um endurgjald sambært lógaruppskotið, framgongur í einum svari á fólkatingi.

Qarsoq Høegh-Dam, fólkatingslimur fyri Naleraq takkar fyri samtyktina, men kallar hetta “toppin á ísfjallinum”.

- Hetta er tað minsta, vit kunnu gera, segði hann av røðarapallinum.

"Nýmótansgerð"

Snyrilsátakið varð upprunaliga fatað sum ein liður í nýmótansgerðini av Grønlandi, skrivar Ritzau.

Sambært frágreiðingini var tankagongdin eitt nú, at ein lægri fólkavøkstur fór at minka um trýstið á íbúðir, skúlar, heilsuverk og almannaútreiðslur.

Fleiri grønlendskir politikarar, teirra millum fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede úr IA, hava skýrt snyrilsmálið fyri ‘fólkadráp’.

Ida Auken, donsk heilsumálaráðkvinna, fegnast um samtyktina.

- Fyri tær kvinnur, ið hava bíða í nógv ár at verða hoyrdar og viðurkendar, er hetta ein týðandi dagur. Nógvar teirra hava sagt frá teirra søgum og gjørt greitt, hvørjar avleiðingar hetta forðingamálið hevur havt á teirra lív, sigur hon í skrivligari viðmerking til Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder