Innanlands

Ætlar ikki á ellisheim í Grønlandi

Hjúnini Ragnhild í Skorini og Markus Jacobsen eru reiðarar í Grønlandi, har tey hava búð í nærum 20 ár. Tá harðast stóð á við hóttanum úr Hvítu Húsunum, merkti man tað væl á fólki

(Privat mynd)

(Privat mynd)

2026-08-06 14:00 Author image
Orð og myndir: Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað er sunnnudagur, og brøðrasamkoman hevur møti í Nuuk. Songur og salur minna ikki sørt um møti í Føroyum, tá fólk hittast til morgunmøti í Nuuk. Og brøðrasamkoman hevur eisini søguligt tilknýti til Føroya, eins og at fleiri luttakarar eru føroyingar.

Við á møtinum hendan sunnudagin miðskeiðis í mars, eru hjúnini Ragnhild í Skorini og Markus Jacobsen. Tey hava búð í Grønlandi í nærum tvey áratíggju, eftir at tey fingu tilboð um at fara til Suðurgrønlands. Í dag eru tey reiðarar í fyritøku, sum tey reka og eiga saman við føroysku fyritøkuni JFK og øðrum grønlendingum.

Hjúnini eru í dag partur av grønlendska samfelagnum, og Ragnhild var eisini í Nuuk, tá hóttanirnar úr Hvítu húsunum í Washington um at yvirtaka Grønland sendu geislar ígjøgnum samfelagið. Hon greiðir frá, at fólk gingu við “kenslunum uttaná”.

- Tað eina kvøldið kom eitt par á møti, og konan hevði tað ikki gott. Tað virkaði sum at hon søkti at koma til eina samkomu, tí hon hevði verið hjá lækna og skuldi fáa heilivág. Hon var sálarliga veik av støðuni, greiðir Ragnhild frá. Markus, sum fyri kortum gjørdist skipari og førir skipið hjá fyritøkuni í dag, var á sjónum, men hugsaði um familjuna í Nuuk.

Hjúnini hava enn ongar ætlanir um at flyta heim. Ragnhild var beint yvir 40 ára gomul, tá tey fluttu til Grønlands, og ætlaði ikki at steðga ov leingi.

- Tá segði eg, at eg ætlaði mær ikki at blíva gomul her. Men eg havi fingið skotið í skógvarnar, at eg eri langt síðani blivin gomul her, tekur Ragnhild skemtandi til.

- Nú havi eg broytt tað til at eg ikki skal á ellisheim her, leggur hon afturat.

Hoyr fjórðu sendingina í podvarpsrøðini um Føroyingar og grønlendska sjálvstýristráðanin, har Regin Winther Poulsen tosar við Ragnhild í Skorini:

Ætlar ikki á ellisheim í Grønlandi

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder