2025-11-27 22:30
Í fleiri ár hevur eingin matvøruhandil verið á Argjum, men í dag fekk býurin sum við nýggjum útstykkingum veksur alsamt ein matvøruhandil aftur.
Á læt handil upp undir Kongavarða - í gomlu arbeiðshøllini til byggiverkætlanina til raðhúsini og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða. Høllin er bygd um til snotiligan Á-handil og uttanfyri er asfaltera og parkeringsøki gjørt.
Túsundtals fólk vitjaðu nýggja handilin á Argjum, sum læt upp klokkan 10.
Andrei Vladut Antal tók myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald