Heini Østerø er tilbúgvingarleiðari í Tórshavnar kommunu og síðani Sandoyartunnilin lat upp, eisini í Sands kommunu.
Tryggingin, saman við Tórshavnar kommunu, tók stig til at stovna eitt sløkkilið í kommununi fyri 90 árum síðani og síðani tá er nógv broytt. Frá at vera brandmeistari til átaksleiðari er Heini nú tilbúgvingarleiðari.
Á sløkkiliðsstøðini við Oyggjarvegin eru uppgávurnar ymiskar har “brandmenn” millum annað koyra fólk, sum eru rørslutarnaði. Her eru tveir bussar til ta uppgávuna. Eisini flyta teir bilar og so verður eisini skipað fyri fyrstuhjálpar- og brandskeiðum fyri virkjum og stovnum.
Hoyr Heina greiða frá hesum og nógvum øðrum hvussu tey á brandstøðini í Havn eru við til at verja Føroyar og føroyingin.
Hesin poddur er fjórði partur í røðini "Verjan í Føroyum", sum Petur Zachariassen leggur til rættis.
Partur 1: Dátueftirlitið: Vit hyggja eisini í skrellispannir fyri at vita um alt gongur rætt fyri seg
Partur 2: Høgni Hoydal: Trygdar- og verjumál eru sett ovast á skránna
Partur 3: Tilbúgvingin í Eysturkommunu: Hvør minuttur telur
Jens Kristian Vang tók myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald