Jónas Bloch Danielsen er ikki longur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hesum boðar Fuglafjarðar kommuna frá á heimasíðuni í dag. Sagt verður ikki júst hvør orsøkin er til, at samstarvið er enda, men sagt verður, at kommunan vil leggja eina nýggja kós.
- Eftir eitt tíðarskeið við innanhýsis samskifti eru partarnir vorðnir samdir um, at ein fráfaringaravtala er tann besta loysnin fyri báðar partar, sigur kommunan.
Avtalan merkir, at leiðarin er fríttstillaður frá í gjár, 23. desember.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
- Leiðarin í Mentanarhúsinum hevur verið ein týðandi partur av menningini av húsinum síðani apríl 2017, og hevur hann havt ábyrgd av dagliga rakstrinum, menningini av tiltøkum og samstarvinum við bæði lokalsamfelag og aðrar mentanarstovnar í landinum.
Kommunan fer í næstum undir at lýsa eftir nýggjum leiðara til Mentanarhúsið.
Jónas Bloch Danielsen hevur verið leiðari í Mentanarhúsinum síðan 2017 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald