Uttanlands

Deyðin vann á Chuck Norris

Gitni amerikanski stríðsítróttamaðurin og sjónleikarin doyði í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-03-20 15:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski sjónleikarin og stríðsítróttafólkið, Chuck Norris, doyði hósdagin á Hawaii. Hann gjørdist 86 ára gamal.

Familja hansara hevur váttað tíðindini á Instagram-vanganum hjá Chuck Norris.

- Fyri heimin var hann ein stríðsítróttamaður, sjónleikari og eitt súmbol fyri styrki. Fyri okkum var hann ein trúfastur ektamaður, ein kærleiksfullur pápi og abbi, ein kærur bróðir og hjartað í familju okkara, skrivar familjan.

Carlos Ray (róptur ‘Chuck’) Norris varð føddur 10. mars 1940 í Ryan í Oklahoma. Hann gjørdist gitin sum sjónleikari sum mótstøðumaðurin hjá Bruce Lee í filminum ‘Way of the Dragon’. Teir báðir bardust ein víðagitið slagsmál í Colosseum í Rom.

Han var kendur f frá sjónvarpsrøðini “Walker, Texas Ranger” og frá filmunum “The Delta Force” 1 og 2 og “Missing in Action” 1, 2 og 3.

Seinastu árini hevur Chuck Norris verið mest kendur fyri internetfyrbrigdið, kallað ‘Chuck Norris Facts’, sum snýr seg um hetjuførleikarnar hjá Chuck, sum ein persón, ið ongin vann á.

Hósdagin van deyðin kortini á honum. Fyrr í vikuni varð hann innlagdur á sjúkrahús á kyrrahavsoynni Kauai, tá hann fekk ein tilburð av onkrum slag í sambandi við venjing. Chuck Norris hevði svart belti í karate, taekwondo, tang soo do og brazilian jiu jitsu og vandi líka til hann doyði hósdagin 19. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder