Mentan

Ein stjørna vitjar sín stjórnarbygning

Jógvan hjá mostir kom, sá og sigraði!

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

2023-12-29 07:41 Author image
Dávur Winther
placeholder

Ein fantastisk konsert, sum var afturlítandi, framlítandi og kryddað við góðum søgum frá góðum døgum av Vágsheygnum og har um vegir.

Jógvan Hansen fjaldi ikki fyri, at hann var Dávamaður og at hóast, tað setti síni krøv, so var hann endaður sum frisør og make-up-artistur.

Tá ið hann fortaldi abba sínum um ætlaðu lívsleið sína, spurdi abbin undrandi: “Ætlar tú so at krúlla damum”? Var svarið: Ja!

Á so góði, svaraði abbin, sum kendi nógv til sjólívið, landbúnaðin og at sveitta fyri síni tilveru. "Ver bara bestur, har tú ert", legði abbin uggandi afturat.

Fyri hann hevði tað týdning at gera mun, har ein var! Hesa lívsáskoðan dámdi Jógvan væl og hevði gjørt sítt besta alla staðir, sum vit so eisini fingu smakkin av í kvøld.

Ein frálík konsert, har kendi Friðrik Ómar slapp at syngja við. Eisini arðir artirstar vóru við, Andras Sólstein, Jóhan Hentze og systkanbarnið, Hans Hjalt Skale.

Løtan vísti eisini, at fullsetta Varpið er eitt hús á altjóða støði. Eitt hús, sum Klaksvík hevur tørvað í langa tíð - Eitt hús, sum kann so mangt.

Takk fyri eina frálíka konsert og eina deiliga løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder