Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett nýtt Fólkaskúlaráð, sum tekur við 1. januar 2025 og skal sita í trý ár.
Uppgávan hjá Fólkaskúlaráðnum er at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan.
Fólkaskúlaráðið kann umrøða og gera tilmæli til landsstýrismannin um arbeiðsøki, skipan, faklig-, námsfrøðilig- og trivnaðarlig viðurskifti í fólkaskúlanum.
Í sínum arbeiði hevur ráðið møguleika at leita sær ráðgeving hjá serkønum, ið hava royndir og vitan á økinum.
Fólkaskúlaráðið ger sjálvt sína fundarskipan við støði í teimum málum, sum landsstýrismaðurin ynskir viðgjørd og teimum málum, ið ráðið sjálvt heldur eru umráðandi at varpa ljós á og veita landsstýrismanninum ráð um, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið í tíðindaskrivi.
Nýsetta Fólkaskúlaráðið er mannað við hesum limum:
- Jónleif Johannesen, skúlastjóri á Skúlatrøð, formaður
- Høgni V. Warberg, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálráðnum, samskipari
- Rúna í Skála, námslektari í námsfrøði og frálærufrøði, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina
- Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla
- Súni Jacobsen, lærari í Gulaskúla
- Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi í Námi í handaverki og list
- Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag
- Janus Vang, umboð fyri Foreldrafelagið Heim og skúla
- Maria á Boðanesi, ráðgevi í Sernámi
- Annbritt Toftegaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, skrivari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald