Mentan

Fingu 238 lomvigaregg í Lonini

- Seinast, vit vóru her og rændu lomvigaregg, var hin 5. juni í 2010, og tá fingu vit 212 egg í somu sigum sum fríggjadagin

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2025-05-26 22:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sands kommuna: Tað er ein gomul kunngerð galdandi, sum loyvir Tjóðsavninum at veita loyvi til at ræna lomvigaregg í fuglabjørgum í ávísum støðum um landið.

Men, hóast skipað feløg og einstaklingar fleiri ferðir hava søkt um loyvi at ræna, hevur tað ikki eydnast at fáa hetta loyvi – ikki fyrr enn í ár.

Í ár fekk Lonafelagið, sum varðar av Lonini vestantil á Sandoynni, loyvi at gera nakrar royndir at finna út av, hvussu vorðið er við lomviganum í økinum.

Tjóðsavnið gekk umsíðir umsóknini á møti og minti á treytirnar, sum eru við loyvinum, har tað eitt nú skal fráboðast, hvussu nógv egg eru rænd í vertíðini.

Fríggjadagin vóru fólk í Lonini og rændu lomvigaregg, og samlaða talið av eggum henda dagin gjørdist 238, sum verður hildið at vera eitt hampiliga gott tal, nú ræningin var so tíðliga.

- Seinast, vit vóru her og rændu lomvigaregg, var hin 5. juni í 2010, og tá fingu vit 212 egg í somu sigum sum fríggjadagin – ella í umleið einum fjórðingi av samlaðu Lonini.

Fólk, sum vóru við í Lonini, siga, at hesaferð varð farið lutfalsliga tíðliga at ræna fyri at tryggja sær, at lomvigin verpur uppaftur, soleiðis sum vanligt er.

Roknast kann við, at enn meira hevði verið vorpið og fleiri egg kundu verið fingin, um nakrir dagar vóru gingnir aftrat, áðrenn farið varð at ræna.

- Vit vóru 15 fólk við henda dagin, harav eini átta ung, og fleiri sluppu niður í Lonina, eins og onkur slapp niður fyrstu ferð.

Loyvið, sum Lonafelagið hevur fingið frá Tjóðsavninum, er galdandi til og við hin 8. juni, men ivasamt er, um farið verður avstað aftur.

Kanska verður tað ein túrur aftrat.

- Tað er eisini eitt loft fyri, hvussu nógv egg vit kunnu taka, og nøkur av eggunum eru latin til kanningar, siga fólk, sum vóru við henda dagin.

Úr bakkanum og niður í sjógvin, har Lonin er, eru stívliga 300 metrar, og lomvigin er sjófuglurin, sum reiðrast niðast í berginum.

- Henda dagin vóru vit millum 220 og 250 metrar niðri, tá sigið var longst. Línan verður drigin við spæli, sum stendur í spælhúsi uppi á bakkanum.

Leggjast kann aftrat, at tað er munur á at skjóta eina lomvigi – og so at taka nøkur lomvigaregg í berginum við fleiri árum ímillum, soleiðis sum tað hevur verið nú í mong ár.

Rænir tú eitt lomvigaregg, verpur lomvigin vanliga uppaftur, men ein lomvigi, sum verður skotin, verpur ongantíð aftur.

Ræning hevur altíð verið ein partur av siðaarvinum í Sandoynni, men eingin verður yngri, og verður eingin túrur gjørdur, sum hesaferð, doyr hesin partur av siðaarvinum burtur.

Tað ger ikki Føroyar ríkari.

Lonafelagið fegnast um møguleikan at gera hesa royndina, og felagið fegnast eisini um, at hóast tíðliga í verpingartíðini, var væl vorpið.

Millum fólk, sum vóru við í ræningini fríggjadagin, vóru eitt nú Sjúrður Joensen, Sjúrður í Koltri, róptur, og Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari í Nólsoy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder