
Sunnudagin 1. juni verða tað 50 ár, síðan samkomuhúsið Betania í Porkeri varð tikin í brúk. Samkoman boðar frá, at ymisk tiltøk verða nú um vikuskiftið fyri markera hetta.
Leygarkvøldið 31. mai:
Kl. 20.00 Greitt verður frá samkomusøguni og myndir vístar.
Sunnudagin 1. juni:
Kl. 11.00 Morgunmøti við breyðbróting.
Kl. 12.30 Sunnudagsskúli.
Kl. 18.00 Møti við luttøku ymsastaðni frá.
Samkoman Betania í Porkeri er ímillum elstu samkomur hjá Brøðrum í Føroyum. Soleiðis verður greitt frá søguni:
Í februar í 1906 vóru møtir hildin í skúlanum í Porkeri. Fleiri vóru umvend og byrjaðu tey at savnast regluliga.
Í 1907 varð fyrsti salurin bygdur og tikin í nýtslu. Hann stóð í Skemmutúninum. Í 1921 varð hesin salurin tikin niður og ein størri bygdur á sama stað.
Í 1971, tá ið høvuðsvegurin ígjøgnum bygdina skuldi breiðkast, varð salurin tikin niður, tí at hann stóð í vegin.
Nýtt grundøki varð útvegað undir Gjørðabrekku, og varð byrjað at byggja nýggjan sal, sum stóð liðugur móti sumri í 1975. Umleið 10 ár seinni varð kjallarin innrættaður til ein minni sal við tilhoyrandi køki.
Seinastu tíðina eru stórar umvælingar farnar fram av kjallarahæddini. Drenað er um salin og er øll kjallarahæddin gjørd av nýggjum.
Ein tilbygningur í tveimum hæddum er bygdur uppí salin. Í kjallaranum í hesum tilbygningi er køkur gjørdur. Ovara hæddin verður í næstum gjørd til inngongd og wc til rørslutarnað.
Tað eru reglulig møti og sunnudagsskúlu í Betania sunnudagar, umframt bønarmøti týskvøld. Onnur tiltøk, sum eru skiftivís ímillum samkomurnar í oynni eru, ungdómsmøtir, kvinnumøtir og møtir fyri menn.
Eisini eru trúboðarar, sum virka í og út frá samkomuni. – John í Skemmuni hevur virkað sum trúboðari síðan 1988, og var við í leiðsluni í Zarepta í 25 ár.
Lív Poulsen, systir hansara, hevur síðan 2005 virkað sum trúboðari ímillum badiarankefólkið í Senegal. Høvuðsuppgáva hennara hevur verið at týtt Nýggja Testamentið til fólkið, sum hon virkar ímillum. Tað er nú liðugt og er á gáttini at verða prentað. Nú hjálpir hon millum annað einum ungum badiarankemanni, ið umsetir Gamla Testamenti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald