Mentan

Hatta sat hjá Sissal

Íblásturin til Infinity kemur millum annað frá Eivør, greiddi ein rørd Sissal frá eftir framførsluna. Svimjidraktin frá í fjør er skift út

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)

2026-02-14 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ininity má sigast at vera veruligt melodi grandprix hitt, og tað setti lív í Arena Nord, har danska melodi Grand Prix er í ár.

Sissal var tann fjórða á pallinum, og við føroyskum eygum kunnu vit væl siga, at tey, sum vóru áðrenn ikki vóru á sama støði. Tað sat bara hjá Sissal.

Eisini pallsetingin var vøkur, og byrjaði við 31 ára gomlu havnarkvinnuni liggjandi inni í einum óendaligheitstekini, liggjandi áttatali.

Eftir flottu framførsluna greiddi Sissal frá, at sangurin millum annað hevur íblástur frá Eivør: Tey "norðurlendsku ljóðini"

Svimjidraktin, sum so nógv ilskaðust inn á í fjør, er skift út og nýggi svarti búnin riggaði væl til pallsetingina.

Nú skulu hyggjararnir og ein dómsnevnd avgera, hvør vinnur danska melodi grand prix. Fyrst verða trý av teimum átta send víðari til eina finalu. Har skulu tey syngja umaftur, áðrenn atkvøtt verður av nýggjum.

Les eisini: Soleiðis kanst tú atkvøða fyri Sissal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder