Innanlands

Koyrdi 146 kilometrar um tíman

Í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt er

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-14 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt er, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fyrri bilurin varð tikin í Norðoyatunlinum fyrrapartin. Ferðin hjá bilførararnum varð máld til 146 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum.

Seinni bilurin varð steðgaður við Brúnna um streymin seinnapartin. Har er hámarksferðin niðursett til 60 kilometrar um tíman, men hesin bilførarin koyrdi 89 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder