Innanlands

Kongaligu tvíburðarnir fermdir

Vincent prinsur og Josephine prinsessa vóru í dag fermd í Fredensborg slotskirkju

Konfirmantarnir hittu miðlafólk aftaná gudstænastuna (Mynd: EPA)

Konfirmantarnir hittu miðlafólk aftaná gudstænastuna (Mynd: EPA)

2026-04-18 23:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fredensborg slotskirkja var karmur um konfirmatiónina hjá kongaligu tvíburðunum, sum í dag vóru fermdir.

Vincent prinsur og Josephine prinsessa játtaðu sína kristnu trúgv og hildu sostatt fast við eina 100 ára gamla siðvenju. Margreta drotning og Fríðrikur kongur eru millum annað eisini fermd í Fredensborg slotskirkju.

15 ára gomlu tvíburarnir hava fylgt størsta partin av lívinum, men ganga í løtuni ikki á sama skúla. Vincent prinsur gongur í áttanda flokki á Trandegårdsskúlanum í Hellerup, meðan Josephine prinsessa gongur í 8. flokki á Spir eftirskúlanum í Juelsminde. Eftir summarfrítíðina skiftir prinsessan aftur skúla og fer at taka 9. flokk á Ingrid Jespersens fólkaskúla í Keypmannahavn.

Sí myndir frá stóra degnum á Fredensborg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder