Uttanlands

Mótmæltu koppsetingarkrav í Kanada

Lastbilførarar, sum koyra millum USA og Kanada, skulu vera koppsettir fyri koronu ella í sóttarhald, tá teir koma heimaftur, og tí savnaðust fólk í kanadiska høvuðsstaðnum at mótmæla koronupolitikkin hjá kanadisku stjórnini í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-30 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár savnaðust túsundatals mótmælisfólk í kanadiska høvuðsstaðnum Ottawa at mómæla eitt koppsetingarkrav, sum kanadiska stjórnin setti í gildi fyrr í hesum mánaðinum.

Talan er um eitt krav fyri lastbilførarar, sum koyra um markið millum USA og Kanada. Er ein førari ikki liðugt koppsettur fyri koronu, skal hann í sóttarhald, tá hann kemur aftur til Kanada.

Hetta fekk fleiri lastbilførarar at skipa fyri mótmæliskoyring, sum byrjaði í vestara parti av Kanada. Tað endaði tó sum eitt mótmæli móti øllum koronupolitikkinum hjá stjórnini, sum sambært mótmælisfólkunum er farin ov langt. Tí savnaðust túsundatals fólk uttanfyri tjóðartingsbygningin í Ottawa í gjár.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevði harði retorikkurin hjá fyriskiparum fingið løgregluna at stúra fyri, at tað kundi enda við harðskapi, og var løgreglan tí væl mannað í Ottawa. Tað gekk tó sum heild friðarliga fyri seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder