Siðbundna nýggjárskonsertin á trettanda hjá Føroya Symfoniorkestri og kóri undir leiðslu av Bernharði Wilkinsson hevur verið í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið og í kvøld.
Til iðran fyri nógv, var konsertin ikki sjónvarpað í ár. Men høvi var at hoyra hana beinleiðis í útvarpinum hjá sjónvarpinum í kvøld.
Italski meistaratenorurin, Ivan Magrí, var høvuðssolistur í kvøld. Hartil hoyrdu vit eisini violinleikaran, Andrias Blaasvær spæla Tzigane eftir Maurice Ravel.
Og sellisturin Kristina á Váli spældi eisini solo á stykkinum Amore hjá føroyska tónaskaldinum Óla Jógvanssyni.
Njótið myndirnar, sum Jens Kristian Vang tók í kvøld:
Sí eisini: Fleiri myndir frá nýggjárskonsertini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald