Tað sum hevur verið ein gráur veggur í 30 ár, hevur nú fingið litir.
Tað er altjóða viðurkendi listamaðurin Artez úr Serbia, sum er komin til Føroyar í samband við We Need Art verkætlanina, har fleiri altjóða listafólk mála stórar veggjamálningar í Tórshavnar og Eiðis kommunu.
Í gjár var fyrsta lagið lagt, og komandi dagarnar koma fleiri løg. Og lag fyri lag fara vit at síggja eitt risa listaverk blíva til veruleika í Varðabyrgi.
Og bara róligt. Reyðu og grønu litirnir verða bara bakgrund, áðrenn veruliga motivið og røttu litirnir koma fram.
Øll hjartaliga vælkomin framvið at hyggja at, meðan Artez málar. Annars ber til at fylgja við á We Need Art á Facebook og Instagram.
Jóhan Fríðrikur Sanderson tók myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald