Ein maður er skuldsettur fyri harðskap móti einum løgreglufólki í nátt.
Viðkomandi varð handtikin í sambandi við eitt mál um herverk, sum varð fráboðað í Leirvík klokkan hálvgum fýra í nátt.
Eigarin av einum bili ringdi til løgregluna um, at onkur var í ferð við at gera herverk á bilin. Eigarin visti, hvør hevði gjørt tað, og tá løgreglan kom á staðið, megnaði hon at finna fram til mannin.
Maðurin, sum hevði sparkað bilin og knúst eitt síðuspegl, bleiv handtikin um fimm-tíðina. Tá legði hann á eitt løgreglufólk. Løgreglufólkið, sum bleiv sligið, fekk tó ikki stóran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Maðurin bleiv tikin við á løgreglustøðina, og tá hann bleiv kannaður av lækna var mett, at hann skuldi innlaggjast á Landssjúkrahúsið. Hann verður avhoyrdur seinni.
Í sambandi við herverkið eru nummarpláturnar á bilinum eisini horvnar, so um onkur í økinum sær eitt sett av nummarplátum liggja onkunstaðni, mugu tey gjarna siga frá, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald