Minst 114 fólk eru deyð og 127 ikki afturfunnin eftir at ódnin Kalmaegi hevur herjað á Filipsoyggjum. Tað hendi bert fimm vikur eftir at ein ógvusligur jarðskjálvti legði ein part av økinum í oyði.
Tað er Cebu landsluturin miðskeiðis í Filipsoyggjum, sum enn einaferð er raktur av vanlukku. Hesaferð var tað ódnin, ella tyfonin, Kalamaegi, sum týsdagin hevði oyðileggjandi regn og vind við sær, sum elvdi til vatnflóð og skriðulop, skrivar dr.dk.
Sambært tilbúgvingini í landinum eru minst 114 fólk deyð, og leitað verður eftir 127 øðrum, skrivar miðilin The Inquirer.
Nógv av teimum raktu vóru í stødd í láglendinum í Cebu, har áir floymdu yvir áarbakkarnar og skolaðu hús, bilar og brýr burtur.
Ógvusligu vatnmongdirnar fingu familjur í hundraðtali at leita sær bjarging á húsatekjum fyri at bíða eftir bjargingini. Fleiri vórðu bjargað av sjálvbodnum, sum í smábátum funnu veg fram í móruta vatninum.
Yvir 2,4 milliónir fólk búgva í Cebu, har undantaksstøða nú er lýst, og myndugleikarnir stríðast enn við at skrásett øll fólkini, sum eru saknað, og við at fáa vatn- og streymveiting aftur til býirnar.
So seint sum 30. september varð økið rakt av einum jarðskjálvta, sum máldi 6,9. Minst 79 fólk doyðu tá og túsundavís av fólki mistu hús og heim. Fleiri av teimum, sum vórðu flutt burtur frá jarðskjálvtaøkinum, vóru júst vend heimaftur, tá ódnin rakti.
Ódnin tók í gjár leiðina yvir Suðurkinesiska Havið á veg móti Vjetnam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald