Innanlands

Fóru til hendurs á arbeiðsplássi

Løgreglan varð tilkallað á eitt arbeiðspláss í Sandoynni í gjár

2025-11-06 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð løgreglan boðsend á eitt arbeiðspláss í Sandoynni, har tveir mans vóru farnir til hendurs orsaka av ósemju av einumhvørjum slag.

Løgreglan kannar nú málið nærri.

Talan var ikki um starvsfelagar beinleiðis, men millum tvey starvsfólk frá hvør sínum arbeiðsgevara, sum arbeiddu á sama stað, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Einki verður upplýst um skaði stóðst av ósemjuni, men óansæð um ein fær skaða ella ikki, so skal ein aldri góðtaka at verða álopin, staðfestir vaktleiðarin hjá løgregluni turrisliga.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder