Vágsbotnur er í kvøld karmur um tað sum fyrr var ólavsøkukonsertin, men sum seinastu nógvu árini verið undir heitinum "Tórsfest".
Stóru nøvnini í ár eru danirnir Benjamin Hav, sum fer á pallin klokkan 20 og Christopher sum spælir klokkan 22:15.
Men annað er eisini á skránni. Ása Helena byrjar festina klokkan 18, og klokkan 19 spælir Havnar Hornorkestur eina heldur øðrvísi framførslu samanvið Benjamin Petersen.
Marius Ziska spælir klokkan 21:15 og stutt fyri midnátt verður ein løta við All stars har landaplága eftir landaplága verður spæld.
Veðrið fær ein ikki gjørt nakað við, og sambært veðurforsøgnini sær tað út til at blíva nakað vátt í kvøld. Hinvegin verður lítil og eingin vindur stórur partur av kvøldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald