Innanlands

Svimjihøllin í Runavík avhendað

Nakrir snøklar skulu fáast í lag, so er løtan komin til, at tað ber til at svimja í Runavík

2025-12-09 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Svimjihøllin í Runavík var í dag avhendað Runavíkar kommunu.

Hetta skrivar borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, á sínum Facebookprofili í dag.

- Nakrir snøklar skulu fáast í lag, so er løtan komin fram hartil, at tað fer at bera til at svimja í einari svimjihøll í Runavík. Ein meiri enn 60 ára gamal dreymur gerst veruleiki, skrivar borgarstjórin.

[object Object]

Hann sigur víðari, at alment hátíðarhald og svimjihøllin verður latin upp fyri almennari svimjing í ár.

Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivaðu undir avhandanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder