2025-12-09 22:03
Svimjihøllin í Runavík var í dag avhendað Runavíkar kommunu.
Hetta skrivar borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, á sínum Facebookprofili í dag.
- Nakrir snøklar skulu fáast í lag, so er løtan komin fram hartil, at tað fer at bera til at svimja í einari svimjihøll í Runavík. Ein meiri enn 60 ára gamal dreymur gerst veruleiki, skrivar borgarstjórin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/12/09/890x590/1765317745sjh51dmyl2.webp)
Hann sigur víðari, at alment hátíðarhald og svimjihøllin verður latin upp fyri almennari svimjing í ár.
Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivaðu undir avhandanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald