Ársins leiðarar vóru seinnapartin kosnir á leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri á Hotel Føroyum.
Ársins leiðari í privatu vinnuni er Ulla Joensen, sum er stjóri á Elektron. Hini, sum vóru tilnevnd vóru Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Gudny Langgaard, stjóri í Nema.
Og ársins leiðari hjá tí almenna er Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er stjóri í Rótini, sum er nýggja navnið á húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Hini, sum vóru tilnevnd innan tað almenna vóru Hjalti Gunnarstein, stjóri í Apoteksverkinum, og Jóngerð M. Nielsen, leiðari fyri Vesturvón.
Jóhanna á Tjaldrafløtti (Mynd: Synergi)
Eisini var herðaklapp latið millumleiðara, og hesaferð var tað Danny Rechtan, sum arbeiðir hjá Borg í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald