Innanlands

Ulla Joensen og Jóhanna á Tjaldrafløtti eru ársins leiðarar

Ársins leiðarar vóru kosnir á leiðaradegnum seinnapartin

Ársins leiðari í privatu vinnuni, Ulla Joensen, stjóri á Elektron; ársins leiðari hjá tí almenna, Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri í Rótini, og Danny Rechtan, sum arebiðir hjá Borg í Havn fekk herðaklapp til millumleiðara (Mynd: Synergi)

2026-01-30 17:16 Author image
Sverri Egholm

Ársins leiðarar vóru seinnapartin kosnir á leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri á Hotel Føroyum.

Ársins leiðari í privatu vinnuni er Ulla Joensen, sum er stjóri á Elektron. Hini, sum vóru tilnevnd vóru Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, og Gudny Langgaard, stjóri í Nema.

[object Object]
(Mynd: Syrnergi)

Og ársins leiðari hjá tí almenna er Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er stjóri í Rótini, sum er nýggja navnið á húsarhaldsskúlanum í Klaksvík. Hini, sum vóru tilnevnd innan tað almenna vóru Hjalti Gunnarstein, stjóri í Apoteksverkinum, og Jóngerð M. Nielsen, leiðari fyri Vesturvón.

[object Object]
(Mynd: Synergi)

Eisini var herðaklapp latið millumleiðara, og hesaferð var tað Danny Rechtan, sum arbeiðir hjá Borg í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald