2026-03-24 20:39
71,4 prosent av teimum, sum høvdu valrætt á størsta valstaðnum í landinum, hava í dag greitt atkvøðu á Hálsi.
Hetta staðfestir Jóan Petur Hentze, valsstýrisformaður.
Talan er um eina lítla framgongd, í mun til fólkatingsvalið 31. oktober 2022. Tá vóru 70,6 prosent av teimum við valrætti og settu krossin.
Valstýrisformaðurin helt fyri, at alt hevur gingið væl: Nú er at telja upp - stóru og tungu kassarnir er nú tømdir.
Sí nakrar myndir, sum Sverri Egholm tók, her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald