Innanlands

Javnaðarflokkurin fullkomiliga mist takið í høvuðsstaðnum - Fólkaflokkurin gongur nógv fram

Sambært nýggju veljarakanningini hjá FM1 og Portalin, verður Tjóðveldi størsti flokkur í høvuðsstaðarøkinum hósdagin - nógvar javnaðaratkvøður seinast síggja út til at fara til Fólkaflokkin

Aksel V. Johannesen og Beinir Johannesen til sending á FM1 fríggjadagin - í høvuðsstaðnum er støðan hjá flokkunum við formonnum úr Klaksvík koppað á høvið (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen og Beinir Johannesen til sending á FM1 fríggjadagin - í høvuðsstaðnum er støðan hjá flokkunum við formonnum úr Klaksvík koppað á høvið (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-23 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nýggjastu veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi fyri FM1 og Portalin sunnudagin 22. mars, stendur Javnaðarflokkurin sum tann minsti av teimum fýra stóru flokkunum til løgtingsvalið við 17,4 prosent.

Tað ger hann eisini í høvuðsstaðnum, um hugt verður eftir tí sum veljarar, ið búgva í Tórshavnar kommunu svara.

Har var Javnaðarflokkurin størstur á løgtingsvalinum í 2022. Men í mun til tað gongur listi C heili 14 prosent aftur: Úr 31 prosentum til bert 17 prosent í dag.

Harvið bløðir Javnaðarflokkurin í nógv tí størstu kommuni í landinum, har hann nú stendur tit at verða tann minsti av teimum fýra stóru flokkunum. Eisini missir flokkurin kring landið, sambært kanningini.

Sí alla kanningina og les meira her: Fòlkaflokkurin missir undirtøku - men framvegis størstur

Fólkaflokkurin gongur nógv fram

Fólkaflokkurin hevur í nógv ár havt ávísar trupulleikar í høvuðsstaðnum, men okkurt bendir á, at har er vent í holuni.

21 prosent av teimum spurdu í høvuðsstaðarkommunu peika á Fólkaflokkin. Hetta eru heili 10 prosent fleiri enn á løgtingsvalinum í 2022. Harvið liggur tað til nærum eina tvífaldan hjá lista A í Tórshavnar kommuna - og Fòlkaflokkurin stendur til at vera næststørstur.

Nógv bendir á, at nógv sum valdi Javnaðarflokkin seinast, hella til nakað annað hesaferð. Øðrvísi er til fólkatingsvalið, har nógvir fólkafloksveljarar peika á Sjúrða Skaale og lista C

Fólkaflokkurin hevur ikki hava nakað tingumboð úr høvuðsstaðnum hetta valskeiðið. Argjamaðurin Grímur Sundstein hevur verið inni í tíðarskeiðum - sum varafólk - og hann býr í Vestmanna. Hesaferð stillar Havnar Framburðsfelag heili 16 umboð upp, og nógv bendir á at hesaferð fær tað at eydnast í høvuðsstaðnum.

Sí eisini: Miðflokkurin stendur til at fara upp á trý tingfólk

Sambandsflokkurin smá fet fram - Tjóðveldi størstur

Sambandsflokkurin hevur, eins og til veljarakanningina sum heild, eina lítla framgongd. Nú siga 19 prosent í høvuðsstaðarøkinum seg fara at atkvøða fyri Sambandsflokkinum 26. mars. Hetta talið er trý prosent hægri, enn talið sum setti kross fyri lista B í 2022. Flokkurin stendur annars í stað kring landið.

Her kann hugsast, at millum annað Anna Falkenberg - og møguliga støðan til fosturtøku ávirkar.

Tjóðveldi stendur so at siga í stað í høvuðsstaðnum, men við 24 prosentum - nærum einum fjórðingi av atkvøðunum har - sær listi E út til at gerast størstur í størstu kommununi.

Eins og kring landið, er vøksturin eitt prosent, í mun til talið á seinasta løgtingsvalið. Bjørt Samuelsen stillar ikki upp, men Tjóðveldi hevur nógv onnur valevni, sum síggja út til at hava gott tak á veljarum í Tórshavnar kommunu.

[object Object]
Eftir at Bjørt Samuelsen er burtur, stendur Høgni Hoydal eftir sum greitt størsti atkvøðuslúkur hjá Tjóðveldi í høvuðsstaðarøkinum. Men Tjóðveldi hevur í nógv ár í stóran mun verið ein høvuðsstaðarflokkur (Mynd: Sverri Egholm)

Annars sæst eisini, at størsti munur millum menn og kvinnur í veljara eru hjá Fólkaflokkinum (19 prosent kvinnur og 32 prosent menn) og Sambandsflokkinum (27 prosent kvinnur og 16 prosent menn).

Hjá Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum eru eisini lutfalsliga væl fleiri veljarar av øðrum kyninum - níggju prosent fleiri kvinnur hjá C og seks prosent fleiri menn hjá Miðflokkinum.

700 fólk svaraðu kanningini hjá Spyr í gjár, sunnudagin 22. mars.

GG: Hesi tølini snúgva seg um løgtingsvalið 26. mars


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder