Innanlands

Gallup kanning: Stór ónøgd við kynsbýtið í fráfarandi landsstýri

81% av føroyingum eru ikki nøgd við kynsumboðanina, vísir kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Demokratia

Løgtingsval er í morgin,  og 24% av teimum spurdu hava gjørt av, at tey ætla sær at velja eina kvinnu, meðan 31% ætla sær at velja ein mann, og 44% siga seg enn ikki hava gjørt av, hvat kyn tey skulu velja (Savnsmynd)

Løgtingsval er í morgin, og 24% av teimum spurdu hava gjørt av, at tey ætla sær at velja eina kvinnu, meðan 31% ætla sær at velja ein mann, og 44% siga seg enn ikki hava gjørt av, hvat kyn tey skulu velja (Savnsmynd)

2022-12-07 08:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein breiður meiriluti av føroyingum heldur kynsbýtið í fráfarandi landsstýri vera ónøktandi. Tað vísir stór kanning, ið Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Demokratia. Heili 81% av teimum spurdu svaraðu, at tey hildu býtið vera ónøktandi. Einans 8% av teimum spurdu vóru nøgd við kynsbýtið.

Fólk kring alt landið eru spurd, og tølini líkjast allastaðni: Tey eru frá 78% í Eysturoynni, har tað er lægst, til 87% í valdøminum hjá løgmanni, Norðurstreymoy, har ónøgdin er størst.

[object Object]

Løgtingið er heldur ikki nøktandi
Tað er ikki bara í fráfarandi landsstýrinum, at kynsbýtið er ónøktandi. Í fráfarandi løgtingi mynda kvinnur 30% av umboðunum, og úrslitið av Gallup kanningin vísir, at hetta er heldur ikki nóg mikið. 76% av kvinnunum, og 56% av monnunum svaraðu, at kynsbýtið í fráfarandi løgtingi er ikki nøktandi.

[object Object]

Javnstøða stóran týdning millum veljarar
Gallup kanningin vísir harumframt, at javnstøða hevur stóran týdning fyri veljaran. Tí heili 81% taka undir við javnstøðu sum heild í føroyskum politikki, meðan einans 7% ikki taka undir við javnstøðu. Her er tað serliga í Vágum, at undirtøkan er heilt uppi á 92%. Men eisini millum sandoyingar, har 68% taka undir við javnstøðu í politikki, er greiður meiriluti.

[object Object]

Javnstøða kemur ikki av sær sjálvari

Hóast Gallup kanningin vísir greitt, at javnstøða fyllir nógv hjá veljaranum, so merkir tað ikki, at hetta fer at síggjast aftur á valdegnum. Tí einans 24% av teimum spurdu hava gjørt av, at tey ætla sær at velja eina kvinnu, meðan 31% ætla sær at velja ein mann. 44% hava enn ikki gjørt av, hvat kyn tey skulu velja. Sostatt er enn møguleiki fyri, at Føroyar fáa javna kynsumboðan í løgtingið aftaná valið 8. desember, men tað krevur, at ein meiriluti av teimum ivandi velja eina kvinnu.

Hugvekjandi er, at í Norðurstreymoy, har ónøgdin var størst við manglandi kvinnuumboðanina í landsstýrinum, eru tað einans 7%, ið ætla sær at atkvøða fyri einari kvinnu.

Stutt um kanningina
Gallup kanningin varð gjørd í tíðarskeiðnum 12. - 18. november 2022.

528 tilvildarliga útvaldir respondentar, ið hava valrætt, hava svarað kanningini.

Demokratia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder