Innanlands

Gamal kenningur vitjar á Tvøroyri

Ferðafólkaskipið Island Sky legði í morgun at á Tvøroyri. 95 ferðafólk eru við

Island Sky við bryggju á Tvøroyri í morgun (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Island Sky við bryggju á Tvøroyri í morgun (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-07-23 10:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein gamal kenningur legði at Tvøroyrar Havn í morgun. Tað var ferðafólkaskipið Island Sky, ið er innregistrerað á Bahamaoyggjunum.

Í góðveðrinum tóku starvsfólk hjá Tvøroyrar Havn ímóti 90,6 metrar langa og 15,3 metrar breiða skipinum, ið fór av bakkastokki í 1992. Skipið hoyrir til felagið Noble Caledonia og er systurskip til Hebridean Sky, ið eisini hevur vitjað Tvøroyri fleiri ferðir, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Við skipinum eru 95 ferðafólk og er tað Mouritsens Bussar, ið samskipar túrin í oynni. Agentur er Thor Shipping.

Á havnalagnum tóku bussar frá Poulsen og Ludvig ímóti, vegna Mouritsens Bussar, og síðan fóru fólk ymsastaðni í oynna at vitja. Eitt nú verður vitjað á Fiskieiðinum í Hvalba og í Akrabyrgi, sunnast í oynni. Við ferðafólkunum eru lokalir ferðaleiðarar.

Ferðafólkini verða vændandi at síggja í býarmyndini beint undan middegi og eftir ætlan loysir Island Sky aftur klokkan 13 í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder