Innanlands

Gav Macron ein undir vangan – Skal inn at sita í fýra mánaðir

Ein 28 ára gamal maður fekk hálvtannað árs fongsulsrevsing fyri at hava sligið Emmanuel Macron – Hann kann tó sleppa við at sita í fýra mánaðir

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2021-06-11 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð ein 28 ára gamal maður dømdur hálvtannað árs fongsulsrevsing fyri at hava givið franska forsetanum, Emmanuel Macron ein undir vangan.

14 av teimum 18 mánaðunum eru tó treytaðir, so maðurin kann sleppa við at sita inni í fýra mánaðir. Eftir dómurin varð sagdur, varð maðurin koyrdur beinleiðis í fongsul.

Tað var týsdagin, tá Macron var og vitjaði í Landsynningsfraklandi, at maðurin sló hann. Tí varð hann handtikin og skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni.

Tá maðurin var koyrdur fyri rættin í býnum Valence í Suðurfraklandi hósdagin, játtaði hann seg sekan. Sjónbandaupptøka finst eisini av hendingini, skrivar Ritzau.

Í rættinum greiddi maðurin frá, at hann hevur samhuga við høgravonginum, og at hann eisini hevur luttikið í mótmælum hjá Gulu vestunum.

Orsøkin til, at hann sló forsetan var, segði hann, at Macron er ímyndin av øllum tí, sum er rotið í Fraklandi. Eisini greiddi hann frá, at hann í dagavís hevði umhugsað at blaka egg ella eina rómakaku í høvdið á Macron.

Hóast maðurin kann sleppa við at sita í fýra mánaðir, kann harðskapur móti einum tænastumanni geva upp til trý ára fongsulsrevsing umframt eina bót á 45.000 evrur, ið svarar til uml. 335.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder