Seinasta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan.
Tó vórðu tveir bilførarar í Suðurstreymi skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tikin av teimum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Klokkan eitt seinnapartin í gjár varð løgreglan eisini uppringd av einari kvinnu, sum hevði gingið seg fasta saman við trimum børnum í Sandoynni stutt frá Sands bygd.
Løgreglan fekk staðkend fólk at hjálpa, og tað var skjótt, at bæði kvinna og børn komu aftur í øllum góðum.
Stutt fyri klokkan tíggju í morgun vórðu løgregla og sløkkilið boðsend í sambandi við, at ein brandalarmur var farin í gongd á Hjalla í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini sigur tó, at eingin vandi er á ferð, tí talan var um ein tekniskan feil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald