Innanlands

Gekk skjótt at bora

179 metrar løgdust afturat Sandoyartunlinum í síðstu viku. Eingir lekar tarnaðu arbeiðnum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-01-27 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 Í síðstu viku vóru 179 metrar av Sandoyartunlinum boraðir. Orsøkin til at so nógvir metrar vóru boraðir, var at eingir lekar vóru, sigur Sandoyartunnilin í støðulýsingini fyri síðstu viku.

Í alt eru nú boraðir 2.566 metrar, av 10.785 metrum.

Í Traðardali vóru boraðir 91 metrar. Har eru nú boraðir 1.459 metrar. Á Gomlurætt vóru boraðir 88 metrar. Har eru nú boraðir 1.107 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder