
- Í 2001 rýmdi ein genta úr Sundalagnum, og endaði 7 míl frá Hollywood. Edmund - sum skrivaði lagið til CHASE - hevur mangan hugsa um, hvussu tað hevði verið, um hon nú kom heimaftur á klettarnar. Hevði nakað skil verði á?
Norðkraft ætlar at koma við einari heildarútgávu næsta ár. Bólkurin fæst, eins og Chase, við rokk. Nýggjasti sangurin er komin út í dag. Hann verður lýstur sum ein "kontantur rokkari".
- Bæði eg og Edmund lurta eftir - og spæla eisini - øll sløg av tónleiki. Men tá ið tað snýr um NORÐKRAFT, so fer tað altíð at verða rokkur, sigur guitarleikarin í bólkinum Mikkjal Hvannastein.
Lagið er ljóblanda og mastrað í Gøteborg av Christoffer Borg, ið hevur arbeitt við rokkbólkum sum Evergrey, Amaranthe, Art Nationi.
- Orð og lag: Edmund Jacobsen
- Lagt til rættis: Norðkraft
- Mix & master: Christoffer Borg
- Sang: Edmund Jacobsen
- Guitar: Mikkjal Hvannastein
- Bass: Peter Jacobsen
- Trummur: Matthew Anyanwu
- Kór: Matthew Anyanwu, Peter Jakobsen og Edmund Jacobsen
- Keyboards: Edmund Jacobsen
- Perma: Edmund Jacobsen
- Samskipan og redigering av musikvideo: Edmund Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald