Mentan

Gentuvesið flytir oman í Perluna

Leygarkvøldið ber til at uppliva útvarpssendingina beinleiðis, og eisini verður tónleikur og undirhald á skránni

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2023-02-13 18:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið 18. februar klokkan 21 flytir útvarpssendingin Gentuvesið oman í Perluna í Tórsgøtu í Havn.

Tá ber til at uppliva sendingina beinleiðis, og eisini verður undirhald á skránni. Tað verður Elisa Vang, sum stendur fyri hesum, og AQUATONIC fer at standa fyri tónleikinum, skrivar Tórsgøta í tíðindaskrivi.

Sum vanligt, verða eisini tríggir gestavertir í Gentuvesinum. Teir eru:

Bjarni Arge
Fyrsti verturin er Bjarni Arge. Vit kenna Bjarna sum annan vertin í beinrakna poddinum Amatøroyar, har ongin sleppur undan einum væl meintum sparki á skinnabeinið. Vit kenna hann eisini frá seinasta løgtingsvali. Nei, hann slapp ikki inn, men hann fekk eina “X við Bjarna” pitsa á matskránna hjá Reyðleyk.

Finnur Koba
Vit kenna Finn sum tann forelskaða sjónleikaran í sjarmerandi og smáfreka bólkinum Páll Finnur Páll. Og sum sjónvarps- og útvarpsvertur hevur hann verið fast inventar í stovum, køkum og garasjum hjá flest øllum føroyingum. Og sjálvt um hann ikki var nakar Messi í síni tíð hjá fótbóltsfelagnum Fram, so var hann toppskorari til umboðsráðið hjá LÍV.

Siri S. Hansen
Triðji og seinasti samverturin er Siri S. Hansen, sum er líka litrík í útsjónd og persónligheit. Ein orkubumba, sum hevur ein smittandi látur sum vørumerki. Siri er eisini kend fyri sín leiklut í LGBT Føroyar, tíðina sum blaðstjóri hjá Kvinnu, drag performari og so vann hon eisini ársins songrødd... í 1995.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder