Innanlands

Georg Müller nýggjur leiðari fyri teknisku deild á Tvøroyri

Georg er 38 gamal og úr Porkeri. Hann er elektrikari, maskinmeistari og løgggildigur el-innleggjari og hevur arbeitt á teknisku deild seinastu tíðina. Georg Müller byrjar í starvinum 1. juni

Seinasta hálva árið hevur Georg Müller starvast á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu sum málsviðgerði og tøkniligur ráðgevi innan drekkivatn, spillvatn, samt el- og tøkniliga útbúnaðin hjá kommununi (Mynd: tvk.fo)

Seinasta hálva árið hevur Georg Müller starvast á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu sum málsviðgerði og tøkniligur ráðgevi innan drekkivatn, spillvatn, samt el- og tøkniliga útbúnaðin hjá kommununi (Mynd: tvk.fo)

2024-05-14 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvøroyar kommuna hevur sett Georg Müller sum leiðara fyri teknisku deild hjá kommunu.

Hetta skrivar tvk.fo.

Georg Müller er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari, umframt at hann er løgggildigur el-innleggjari.

Georg er 38 ár gamal og hevur 14 ára starvsroyndir, sum elektrikari, maskinmeistari og el-innleggjari, og hevur millum annað starvast hjá Strandferðsluni og SEV. Nýggi leiðarin hevur eisini roynir á somu deild:

- Seinasta hálva árið hevur Georg Müller starvast á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu sum málsviðgerði og tøkniligur ráðgevi innan drekkivatn, spillvatn, samt el- og tøkniliga útbúnaðin hjá kommununi.

Georg Müller er uppvaksin í Porkeri og býr í dag í Trongisvági saman við unnustuni Mariann Mikkjalsdóttir, og soni teirra Mikkjal. Hann byrjar í starvinum 1. juni 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder