Innanlands

Gera 28 nýggj parkeringspláss Millum Gilja

Articon er farið undir arbeiðið, ið eftir ætlan skal vera liðugt til ólavsøku. Tvey pláss eru til avlamisbilar, og tey 28 plássini eru býtt í tvey við inn- og útkoyring báðumegin

Miðskeiðis millum tvíbýti verður torg, har plantað verður, og har stóra jólatræðið Millum Gilja kemur at standa (Mynd: torshavn.fo)

Miðskeiðis millum tvíbýti verður torg, har plantað verður, og har stóra jólatræðið Millum Gilja kemur at standa (Mynd: torshavn.fo)

2021-06-10 20:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðið uppá at gera nýggja parkeringsøkið við innkoyringina til Millum Gilja byrjaði í gjár.

Talan er um tilsamans 28 nýggj parkeringspláss, harav tvey pláss við elløðara og tvey pláss til avlamisbilar. Plássini eru býtt í tvey við inn- og útkoyring báðumegin, og miðskeiðis millum tey er torg, har plantað verður, og har stóra jólatræðið Millum Gilja kemur at standa.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

- Samstundis verður øll rondin á samlaða stykkinum snøggað til og pyntað út móti vegnum. Arbeiðið ætlast at verða liðugt til ólavsøku.

Tað er Articon, ið stendur fyri arbeiðnum.

[object Object]

[object Object]
Mynd: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder