2021-04-25 16:28
Í síðstu viku varð sáttmáli undirskrivaðu millum RTS Contractors og Hvalbiar kommunu um at byggja havnarlagið á Hamranesi upp aftur. Brimgarðurin fór illa í brimi í februarmánað í fjør.
Øll brimverjan verður gjørd av nýggjum og kostnaðurin fyri arbeiðið er góðar 10 milliónir krónur, verður upplýst.
Sáttmálin bleiv undirskrivaður í hølinum hjá Hvalbiar kommunu í Hvalba millum Andreas Lamhauge, stjóra í RTS og Janus Thomsen, borgarstjóra.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/25/890x590/1619364395cuyjdz5w0f.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald