placeholder
Innanlands

Gera reint fyrrapartin

Barnagarðar í Sandavági stongdir í morgun orsaka av smittuførari bakteriu

Miðgarður (Mynd: Google Maps)

Miðgarður (Mynd: Google Maps)

2019-11-25 09:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Avgerð var um vikuskiftið tikin um, at barnagarðarnir Miðgarður og Sóljugarður hava stongt fyrrapartin. Ein eyka reingerð verður framd, tí eitt barn er innlagt við smittuførari bakteriu.

Talan er um VTEC bakteriuna, sum elvir til leyst lív, kvalma, spýggju og febur.

Bakterian kann í nøkrum førum eisini elva til nýrasjúku.

- Av trygdar ávum hevur borgarstjórin, í samráð við læknan, avgjørt, at barnagarðarnir Miðgarður og Sóljugarður vera stongdir í morgin fyrrapart, meðan eyka reingerð verður framd. segði Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu í fráboðan í gjár.

- Betur fyrivarin enn eftirsnarin, sigur hon.

Barnagarðarnir lata upp aftur klokkan 13.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder