Fyri 125 árum síðani - í 1893 - stóð Nólsoyarvitin liðugt bygdur. Ikki vitin, sum sæst úr Havn, og sum eitur Vitin á Borðuni, men eystari vitin, og sum eitur Nólsoyarvitin.
Talan eru um størsta vitan í danska kongaríkinum, og um ólavsøkuna hava fólk møguleika at síggja hann. Tað er JAB Adventure við Jákup Alberg Berg, sum skipar fyri túrunum í samstarvi við danska Søfartsstyrelsen, sum tekur sær av føroysku vitunum.
- Vit sigla ofta út á Borðuna og hyggja at millum annað vitanum, men tað er sjáldan at fólk sleppa inn í vitan, at síggja vakra bygningsverkið, greiðir Jákup Alberg frá.
Asbjørn Østerø, dagligur leiðari av vitunum í Føroyum, tekur undir við hesum.
- Tað er sjáldan, at fólk sleppa at síggja vakra bygningsverkið, sum vit halda, tað er. Og í sambandi við at tað eru 125 ár síðani, at stóri vitin á Nólsoynni varð bygdur, halda vit hetta vera ein frálíkan møguleika hjá fólki at síggja vitan, sigur Asbjørn Østerø.
Á Borðuni eru trý hús, og tey vóru eisini bygd fyri 125 árum síðani. Húsagrundin á teimum minnir um gamla Kommunuskúlan í Havn, sum býráðið heldur til í dag, og tað eru sum skilst somu fólk, sum hava bygt.
Sum nevnt er hetta størsti vitin í kongaríkinum, og tað er ikki smávegis, hann kostaði at byggja. Serliga er tað linsan, sum ger ljósið í vitanum størri, sum er serlig.
Linsan kostaði 80.000 krónur tá, og tey, sum hava roknað uppá tað meta tað vera eitt stað millum 20 og 30 milliónir í dag. Hon er gjørd í Frakland og vigar 4 tons.
Hon er heimsins størsta av sínum slag, og hevur 1120 gløs. Handverkið má sigast at hava verið gott, tí hetta er alt uppruna útgerð. Nærum einki er skift út í 125 ár, og linsan melur 24 tímar um samdøgrið og steðgar ongantíð.
Gera túrar á ólavsøku
Ólavsøkuaftan og ólavsøku dag verða túrar gjørdir út á Borðina. Túrarnir eru í tríggjar tímar, og verða gjørdir seinnapart. Fólkini verða sett í land í Stallinum, sum er lendingin á Borðini, og síðani verður gingið niðan til vitan og vitapassarahúsini. Tað er ein góður kilometur at ganga.
Eftir tað verður farið í vitan, og møguleiki er at sleppa inn í heimsins størstu linsu.
Um áhugi er fyri hesum, er møguligt at fleiri túrar verða gjørdir, sigur Jákup Alberg Berg frá JAB Adventure, sum stendur fyri túrunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald