Ólavur Eysturdal, prestur, og Elsa Berg, borgarstjóri, vóru heiðrað á ársins Pride skrúðgongu, sum í dag var í Havn.
Nøkur túsund fólk luttóku í skrúðgonguni og gingið varð úr Gundadali oman á Vaglið, har endað var við konsert og heiðursløtu.
Sí eisini: Myndir: Faroe Pride 2026
Rólantsheiðurslønin varð seinast latin í 2021, og var í ár aftur latin persóni, sum seinastu tíðina hevur verið nógv frammi og varpað ljós á umstøðurnar hjá LGBT+ persónum í Føroyum.
- Tað er serliga innan trúarlívið, at hann hevur varpað ljós á manglandi inklusjón og hevur hann lagt dent á, at tað ikki er í andsøgn at vera kristin og LGBT+’ari. Hann hevur víst á, at eisini LGBT+’arar hoyra heima í fólkakirkjuni og kristnu trúnni og hevur arbeitt fyri hesum broytingum. Enn er langt á mál, men við hansara íkasti er hol sett á eitt kjak, sum annars ikki hevur verið nógv frammi, var sagt í grundgevingini.
Rólantsheiðurslønin varð latin Ólavi Eysturdal, sum er fluttur til Danmarkar at virka sum prestur. Hann helt eisini røðu til Pride í dag.
(Mynd: Sverri Egholm)
LGBT+ heiðurslønin verður latin felagsskapi ella einstaklingi, sum hava verið við til at veita stuðul ella hjálp til bardagan fyri fullum javnrættindum til LGBT+'arar í Føroyum.
- Í ár fer heiðurslønin til ein persón, sum altíð hevur verið ein risa LGBT+ stuðul bæði sum privat persónur og sum politikkari. Hon er altíð klár at tala at, tá kjakið hevur verið niðrandi og rópar hart um manglandi rættindi til LGBT+ persónar, stendur í grundgevingini.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Við henni sum borgarstjóra vita vit, at Tórshavnar kommuna er eitt trygt stað fyri LGBT+ persónar. Hon stuðlar Faroe Pride og vit kunnu takka henni fyri m.a. flotta ælabogavegin.
LGBT+ heiðurslønin 2026 varð latin Elsu Berg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald