Innanlands

Gera upptøkur á Sandagerði seinnapartin

Tørvur er á statistum til TROM allan dagin frá klokkan 12.30, og serliga frá klokkan 17 er tørvur á nógvum

Statistar á Sandagerði (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Statistar á Sandagerði (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-21 09:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaðu framleiðarar handan krimirøðini TROM frá, at tørvur var á statistum í dag og í morgin. Sóknast verður eftir statistum í øllum aldri.

- Týdningarmikið er at verða væl ílatin eftir veðrinum, tí filmað verður úti. Harafturat verður væntandi nógv bíðitíð, so gott er um mann hevur okkurt við at stytta sær stundir við. Áhugaði kunnu senda ein teludpost til [email protected] við nøvnum á teimum ið koma, varð sagt.

Ymsar senur verða filmaðar í Havn. Klokkan 12.30 í dag byrja upptøkur niðri á Sandagerði, men tørvur er á statistum allan dagin, so fólk eru eisini vælkomin at koma seinni á degnum, verður boðað frá í Facebook-bólkinum Statistar í Føroyum.

Serliga er tað frá klokkan 17 og úteftir, at brúk verður fyri nógvum statistum. Ætlanin er at filma eina fjøld av fólki niðri á sandinum, sum syngur fyrsta vers av sálminum "Gakk tú tryggur"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder