2021-04-05 17:01

Tað kann vera torført at vita hvat er veruligt og hvat er falskt á netinum. Tað má Bilasølan ásanna.
Bilasølan hevur eina kapping koyrandi á Facebook, og hóast freistin ikki er farin og vinnarin ikki enn ikki er funnin, er ein falskur brúkari farin at gera um seg. Hann skrivar - á donskum - til fólk og sigur, at tey hava vunnið kappingina.
Hesin brúkarin heitir eisini fólk um at trýsta á eina leinkju, og skráseta seg.
Hetta er ikki rætt, og Bilasølan heitir á fólk um at strika hesi boðini beinanvegin og um at melda brúkaran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald