Seinastu tíðina hevur nakað av kjaki verið um 1870, og ymiskar atfinningar hava verið móti skipanini við Læknavaktini.
Onkrar tillagingar hava verið á breddanum, men nú boðar Kommunulæknafelagið frá, at frá í morgin, hósdegnum 1. juni, gevast kommunulæknarnir á 1870.
Ístaðin verður arbeitt á øðrum staði, og samband fæst framyvir við kommunulækna uttanfyri "vanligu tíðirnar" við at ringja til læknan, sum hevur vakt.
Talan er um eitt ymiskt telefonnummar, alt eftir nær á samdøgrinum tað er, og hvør dagur talan er um. Skema fyri fyrstu vikuna er lagt út og sæst niðanfyri. Har eru 15 ymisk telefonummar:
Mynd: Kommunulæknafelagið
- Kommunulæknafelagið kunngerð framyvir vikuliga hvussu borgarir og stovnar fáa fatur í kommunulækna í úrtíð.
Tað var á vári 2007, at skipanin við Læknavakt tikin í nýtslu. Læknavaktin kom ístaðin fyri gomlu skipanina við vaktum hjá kommunulæknum. 1870 varð serliga sett í verk fyri at hjálpa við sjúku, sum ikki kann bíða, tá kommunulæknin ikki er at hitta.
Um ein heldur seg hava so álvarsligan heilsutrupuleika, at tað ikki kann bíða til vaktlæknin er tøkur, so skal ringjast 112.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald