Í fjørheyst gjørdi Atlantsflog túrar til New York og soleiðis verður aftur í ár, men næsta ár er ivasamt við flúgvingini vestur um hav.
Tað var stórur veitsludámur um dagin, dagin tá Atlantsflog av fyrsta sinni skuldi flúgva beinleiðis til New York úr Vágunum. Flogið var til flogvøllin Stewart International Airport í New York. Áðrenn fráferð var lítið hátíðarhald á Vága Floghavn.
Komin til New York, kliptu Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, vælkenda snórin.
- Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, klippir snórin tá lent varð í New York 23. august 2023 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Men tá vit seta Jóhonnu á Bergi stevnu, er hon ikki heilt uppi at flákra, tá vit spyrja um undirtøkuna. Tað hevur verið torført at fingið ferðamálið at livað upp til fólksins vónir og væntanir.
- Undirtøkan fyri New York kundi verið betri, sigur Jóhanna á Bergi við Portalin. Eisini sigur hon at tað er grundarlagið fyri, at Atlantsflog væntandi steðgar allari flúgving til New York í 2025.
Tey, ið ikki náddu at bóka sær ferðina til New York við Atlantsflogi, skulu tó ikki missa mótið. Við Portalin sigur Jóhanna á Bergi, at tey møguliga taka flúgvingina upp aftur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald