
- Vit vóna at kunna runda av í dag. Tá várið kemur fara vit vónandi undir at gera tann meira brúkaravinarliga partin, sum snýr seg um at gera eitt hugnapláss omanfyri og at gera økið klárt til at fólk kunnu dippa, svimja og grilla, og hvat mann annars kann finna uppá, sigur Bynne.
Seinastu dagarnar hava teir báðir fingið serkøna hjálp frá Katrin Iversen, sum hevur lagað stóra grótið við eini 40 tons maskinu hjá Spf. Plan. Hetta arbeiðið hevur gingið sera væl, sigur Bynni.
Ætlanin er annars, at økið skal gerast atkomuligt fyri øll og trappa og gøta skal gerast oman til økið. Á økinum skal gerast ymiskt til trivnað, eitt nú pláss til barnagarðar og skúlabørn at hugna sær, eins og eitt “skiftirúm” skal gerast á økinum.
Grønidammur liggur skamt innanfyri gamla Buchwald og fiskastykkið, sum nú eisini verður sett í upprunastand.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald