Innanlands

Gevast við virkseminum

Matstovan Steikin, sum lat upp fyri einum ári síðani, letur ikki uppaftur. Matstovan er seld

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2020-03-03 18:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er eitt ár síðani, at matstovan Steikin í Tórsgøtu í havn lat upp, og nú gevst matstovan. Hesum boðar Steikin frá á sínari Facebook-síðu í dag.

1. januar varð boðað frá, at matstovan fór at vera stongd allan januar mánað orsaka av umbyggingum, men nú er altso greitt, at matstovan ikki letur upp aftur.

- Núverandi eigarinir av matstovuni, Steikin, hava valt, av persónligum orsøkum, ikki at opna Steikina aftur.

- Matstovan er seld, og kemur hon at opna aftur um sirka tveir mánaðir undir nýggjari leiðslu, ljóða boðini.

Á matstovuni var ein buffet við nógvym ymiskum rættum. Eitt konsept sum føroyingar kanska kenna frá matstovubi “Flammen” í Danmark.

Stigtakarar til Steikina vóru Ruben Busk, Terji Sørensen og Sigfríður á Plógv Hansen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder