Innanlands

Gevst aftaná 20 ár hjá Klaksvíkar kommunu

Jóhan við Neyst hevur starvast undir fimm ymiskum borgarstjórum, og 1. mai gevst hann vegna aldur

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2021-04-28 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdag seinnapart var ein lítil samkoma fyri Jóhan við Neyst, sum 1. mai gevst vegna aldur eftir 20 ár í starvi hjá Klaksvíkar kommunu.

Jóhan við Neyst er útbúgvin maskinmeistari, og var í 2001 settur sum leiðari fyri vatndeildina, men fekk skjótt eisini ábyrgd av gøtuljósunum í kommununi, og seinnu árini eisini sjóhitaskipanini.

Borgarstjórin, Karl Johansen hevði eina røðu og boðið var til lætt ábit. Eisini Jóhan nýtti høvið at taka samanum starvstíðina, har hann m.a. nevndi, at hann hevði starvast undir fimm ymiskum borgarstjórum. Fyrst Jógvan við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvu við Keldu, Jógvan Skorheim og seinast Karl H. Johansen, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Myndir frá samkomuni síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder