2023-10-11 10:56
            
        
         
                
            Nærum hvønn dag í 14 ár hevur hann gingið ein túr í Havnini og lagt myndir út á Facebook. Tú hevur sikkurt sæð onkra av teimum túsundtals myndunum hjá Jógvani á Dul.
Men nú gevst hann. Hesum boðar Jógvan á Dul frá á Facebook í dag.
- "Góðan morgun úr Havn" fer ikki longur at vera fastur táttur hjá mær á Facebook. Eg havi gjørt tað í 14 ár, men fari nú at gevast við tí, skrivar Jógvan á Dul.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/10/11/890x590/1697017382c2v9alnnff.webp) Frá morguntúrinum í gjár (Mynd: Jógvan á Dul)
Frá morguntúrinum í gjár (Mynd: Jógvan á Dul)
- Eg eri nú 81 ára gamal, men fari framvegis at fylgja við á Facebook, skrivar hann.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald