Mentan

Geytin handaður 9. februar

Fimm stuttfilmar eru valdir til ársins Geytakvøld – Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg

2024-01-29 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár skulu Føroya bestu stuttfilmar kjósast, og tað verður í Norðurlandahúsinum 9. februar klokkan 19.

Norðurlandahúsið borðreiðir við einari filmsskrá, ið røkkur evnisliga víða. Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg á filmsdúkinum hetta kvøldið, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Úrvalsnevndin, ið er mannað av umboðum fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk, hevur eftir drúgva gjøgnumgongd av 11 filmum, valt at senda fimm stuttfilmar víðari í kappingini.

[object Object]

Tey tilnevndu eru Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”, Brandur Teitsson við filminum, “Undir”, Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA”, Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”, og Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”.

Virðirlønirnar, sum skulu handast hetta kvøldið eru Geytin á 40.000 krónur, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønin á 30.000 krónur, latið av Tórshavnar kommunu. Umframt hetta verður ein serstøk umtala (en: special mention) latin filminum, “Føðingardagurin” hjá Tóri Mikkelsen. Filmurin vann 48-tíma kappingina, ið Klippfisk skipaði fyri í sambandi við Fjølmentanarvikuna í fjør.

Vertur hetta kvøldið er Eir í Ólavsstovu, ið er kend fyri at standa bæði aftan- og framman fyri upptøkutólið. Hon hevur leikstjórnað bæði heimildarfilm og fiktión, umframt at skriva filmshandrit. Á Geytanum í 2022 gjørdi hon ikki mætari enn at fara av stað við báðum virðislønunum fyri heimildarstuttfilmin, “Sálarkvøl”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder