Mentan

Geytin verður handaður 22. oktober

Seks filmar eru valdir til ársins Geytakvøld í Norðurlandahúsinum, og aftur í ár, verður tiltakið víst beinleiðis í sjónvarpinum

2022-10-03 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár skulu Føroya bestu stuttfilmar kjósast. Hetta verður gjørt á ársins Geytakvøldi, sum verður í Norðurlandahúsinum 22. oktober. Eins og í fjør verður tiltakið víst beinleiðis í sjónvarpinum.

Sum vant verða tvær virðislønir latnar, og í ár eru virðislønirnar hækkaðar. Runavíkar kommuna letur 40.000 krónur til Geyta-vinnaran, og Tórshavnar kommuna letur 30.000 krónur til vinnaran av Áskoðaravirðislønini.

Atkvøðugreiðslan um Áskoðaravirðislønina fer fram umvegis Sona-appina, so til ber hjá øllum sjónvarpshyggjarum at atkvøða eins og tey, sum eru í Norðurlandahúsinum. Tí er tað týdningarmikið at taka niður Sona-appina áðrenn Geytakvøldið verður, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum í samstarvi við SONA. Vertur verður Finnur Koba.

Seks filmar luttaka í ár

13 filmar vórðu meldaðir til Geytan í ár, og dómsnevndin hevur valt út seks filmar. Teir eru:

  • Sálarkvøl - Eir í Ólavstovu
  • Ver Her – Maria Winther Olsen
  • Tokskinnarin – Terji Mohr
  • Typiskt - Sølvi Næs Hoydal
  • Steinbíturin - Klippfisk (Dina Fríða Poulsen)
  • Nonstop - Sølvi Næs Hoydal

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.

Í dómsnevndin sita Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið),  Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya), Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk), Tina Wagner (Filmshúsið), Pætur M. Dahl (Klippfisk), og altjóða limur í dómsnevndin er  Valdimar Jóhannson . 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder