Í fjør vann Katrin Joensen-Næs við stuttfilminum Sæla Geytan. So er spurningurin: Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2025?
Norðurlandahúsið boðar frá, at um ein vil vera við í kappingini um Geytan, so er neyðugt at senda filmin inn í seinasta lagi 13. januar áðrenn midnátt.
Tað vil siga, at frá nú av er næstan júst ein mánaði at gera stuttfilmin, ella um hann longu liggur kláruar: At senda inn
Norðurlandahúsið samstarvar við Filmshúsið um at skipa fyri stóru stuttfilmskappingini Geytin, sum verður hildin leygarkvøldið 8. februar 2025. Á kvøldinum verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir, og filmsvirðislønir handaðar.
- Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.
Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 kr, ið er latin av Runavíkar kommunu.
Kelda: nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald